Viðgerð fyri nýrastein í Føroyum
Í januar 2015 gjørdist tað møguligt, hjá føroyskum sjúklingum við nýrasteini, at verða viðgjørdir í Føroyum og hetta er eitt stórt framstig fyri fólk við nýrasteini, sum annars hava verið noydd at ferðast til Danmarkar at fáa viðgerð. Jóhan Poulsen, urologur hevur ábyrgdina av viðgerðini, sum starvsfólk í røntgendeildini á Klaksvíkar Sjúkrahúsið annars standa fyri.